1781%Hoyr, Halgi Andi, vára bøn +Hymns of Faith 239. B–f.
SPIRIT DIVINE, ATTEND OUR PRAYERS.
Hoyr, Halgi Andi, vára bøn,
títt oyra til okkum vend,
ver tú við megi okkum hjá,
kom tína signing send.
2. Kom eins og ljós, lýs upp várt sinn
og lat meg kenna títt ráð,
og leið tú okkum á tí veg,
sum rættvís ganga á.
3. Kom eins og dúva, spenn títt flog
– tíns kærleiks veingjaskjól.
Signa títt fólk á fold, sum tey
har við tín náðistól.
4. Hoyr, Halgi Andi, vára bøn,
hjá tínum tókst tú búgv,
gævi, mín fótur trúgvur steig
náðinnar bønarbrúgv.
*Andrew Reed, 1787–1862.
{Lag: Ókent tónaskald}.
(Árni Jacobsen týddi).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir