1767%Himlar kunngera dýrdleika Guds +B–f.
Himlar kunngera dýrdleika Guds,
hválvið ber boð um hans verk.
Ein dagur talar við annan um tað,
eins og náttin ber aðrari boð.
2. Uttan orð ella ljóðið hoyrist,
er himmalsins rødd farin út,
út til fjarskotnar rúmdir og verðir
– rødd Guds um jarðarkring.
3. Harri, hjá tær leiti eg skýli,
hjá tær ei skammast eg skal,
Klettur og borg tú ert,
fyri navns tíns skuld
lovar tú at leiða meg trygt.
Lyfta eg skal eygum mót fjøllunum,
hvørjum skal mín hjálp koma frá?
Hjálp mín frá Harranum
kemur, sum skapti alt,
hann ei letur aka mín fót.
Hann er tann, ið verjir, varðar,
er skuggi mær við mína lið.
Hann mín útgang
og inngang skal verja
nú og í ævir við.
Hann mín útgang
og inngang skal verja
nú og í ævirnar við
… í ævir við.
*Árni Jacobsen, f. 1951.
{Lag: Ókendur}.
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir