1105%1092 Hevur tú hug til Guds Himmal +I.M.S. 191. cis–gis. Hjt. 352. h–fis. Ella: Ht. 411. C–g.
HAR DU EJ LYST TIL I HIMLEN AT KOMME.
1092. Hevur tú hug til Guds Himmal at síggja,
sálini bjarga, úr dóminum flýggja?
Set tínar føtur á lívsvegin nýggja,
nú tú ungur ert,
nú tú ungur ert!
2. Hevur tú hug til eitt Guds barn at verða,
vitnisburð fram um tín Frelsara bera?
Áh, tá forlík við tín Gud mást tú gera,
nú tú ungur ert,
nú tú ungur ert!
3. Kennir tú ikki í hjarta og sinni
Andan frá Gudi, sum kallar har inni?
Hoyr hann, og ei verður gleði tín minni,
nú tú ungur ert,
nú tú ungur ert!
4. Minst, at á lukkuni her er brátt endi!
Sælur er tann, sum til Harran sær vendi,
sælur vart tú, um tú frelsuna kendi,
nú tú ungur ert,
nú tú ungur ert!
5. Heimurin gevur bert møði og trongsil,
hann er eitt deyðans og sorganna fongsil;
vinur, lat vendast mót Himli tín longsil,
nú tú ungur ert,
nú tú ungur ert!
6. Gleði og frælsi bert Jesus tær gevur,
náðin, hon loysir, men lógin, hon krevur;
gott, um tú fjalt teg í náðini hevur,
nú tú ungur ert,
nú tú ungur ert!
7. Skunda tær, áðrenn tín tíð er at enda!
Deyðan og dómin skal Harrin skjótt senda;
drála tí ikki til Jesus tær venda,
nú tú ungur ert,
nú tú ungur ert!
8. Í sínum favni hann trygt skal teg varða,
inntil tú heim í hans ríki skalt fara;
áh, um tú stóðst í tí bjargaða skara,
nú tú ungur ert,
nú tú ungur ert!
*Christian L. Wolffsen (Danm.), 1838–1902.
{Lag 1: Finskt fólkalag}.
{Lag 2: Hans Joensen, 1910–1986}.
(V. Danielsen týddi).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir