Hevur enn tú barnatrúgv,
har sum nú tú hevur búgv,
minnist tú, tín móðir sat við tína song. Tá ið tú at sova fór,
bæði millum smá og stór,
barnabøn tú bað, og bønin var ei long.
Barnatrúgv, barnatrúgv,
til himmalin tú ert hin gylta brúgv. Barnatrúgv, barnatrúgv,
tú byggir millum jørð og himmal brúgv.
2. Runt um knøttin ferð tín lá,
og tú mikið fekk at sjá,
sum tær tyktist vera eydna fyri tær. Men so mangan hjartað græt,
tá ið lurtandi tú sat
á tann song, tú lærdi, tá tú heima var.
3. Sum eitt skip í tryggu havn,
so tú lást í móður favn,
eymt hon fevndi teg og sang um himmalin.
Røddin bæði mjúk og heit,
tað bert barnahjartað veit,
og so trygt tú gleið í svøvnin søta inn.
4. Tú, sum onga gleði sær,
brátt ta sonnu gleði fær,
um tú hjartað opnar fyri barnatrúgv. Trúgv sum barn á Jesu navn,
og tú eigur trygga havn
og er lukkuligur, hvar tú festir búgv.
Okkum ókendur. Alfred Petersen.
Lag: LM. 113. -dur, .
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir