Sangsavnið

7580 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Havið trúgv á Gud, tit ungu, - 3

Havið trúgv á Gud, tit ungu,
havið trúgv!
Nú ið lætt og heitt slær hjartað, nú, ið skínur sólin bjarta –
:,: havið trúgv! :,:
2. Stevnið fram til málið, ungu, stevnið fram!
Skalt tú stríðið hart enn fáa, fagurt verður fram at náa –
:,: stevnið fram! :,:
3. Troyttast ikki fram at halda,
troyttast ei!
Gevst ei, um teg mangt enn meinar, um teg særa hvassir steinar –
:,: troyttast ei! :,:
4. Lít á Gud, hann vil teg verja, lít á Gud!
So vil hann tær trúgvur fylgja, tá ið brýtur sorgar bylgja –
:,: lít á Gud! :,:
5. Stóra løn, er skeiðið runnið, stóra løn:
í Guds ríki heim at náa, gylta heiðurskrúnu fáa – :,: stóra løn! :,:
Christoffer Hansen 1887. Victor Danielsen.
Lag: Hj. 632. B-dur, f.

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi