Sangsavnið

7582 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Har heima er gleði og friður og hvíld - 4

67%0066 Har heima er gleði og friður +R.S. 858. C–e.
TELL SOME ONE.

66. Har heima er gleði og friður og hvíld –
far, sig onkrum syndara tað!
Ja, frelsa til hvønn, sum til Gud vendir sær –
ber onkrum tann boðskap í dag!
Niðurlag: Ber onkrum tann boðskap í dag,
ja, onkrum,
ja, onkrum!
Ja, vitna tú bara!
Tað Jesus vil æra –
ber onkrum tann boðskap í dag!
2. At friður kann fylla tey friðleysu bróst,
at Jesus ger hjørtuni glað,
at myrkrið kann víkja, so alt verður ljóst –
ber onkrum tann boðskap í dag!
3. Um kærleik frá Gudi til søkkandi mann,
um náði – bið Harran um tað!
Far, sig við hin falna, at Gud elskar hann –
ber onkrum tann boðskap í dag!
4. Hitt seinasta boðið, sum Frelsarin gav –
áh, lat okkum minnast til tað!
Tí vilsta, fortapta hann tekur sær av –
ber onkrum tann boðskap í dag!

*Ada Blenkhorn (Amer.), 1858–1927.
{Lag: Ira B. Wilson (Amer.), 1880–1950}.
(Jákup Olsen týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi