Sangsavnið

6910 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Hann varð særdur, tók míni misbrot - 4

1726%Hann varð særdur, tók míni misbrot +Praise 212. F–a.
HE WAS WOUNDED FOR OUR TRANSGRESSIONS.

Hann varð særdur, tók míni misbrot,
synd mína bar hann, hann tók tað alt á seg.
Skuldartyngdan reisti hann,
syndaleinkjur loysti hann.
:,: Í sárum hans, :,:
ja, sárum hans
vit eru grødd.
2. Eins og ránsmaður mettur varð hann,
slignan av Gudi vit hildu, at hann var.
Fyri okkum doyði hann,
so at loyst varð lógarbann,
:,: og øll mín synd :,:
ja, øll mín synd
á hann var løgd.
3. Øll vit viltust av leið sum seyðir,
langt frá tí leið, har hin góði hirði gekk,
men hann leitaði og fann
tað, sum vilst á fjøllum rann
:,: og bar tað heim, :,:
ja, bar tað heim
í faðirhús.

*Thomas O. Chisholm (Amer.), 1866–1960.
{Lag: Merrill E. Dunlop (Amer.), 1905–2002}.
(Árni Jacobsen týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi