1686%Glaður ferðist eg, beri krossin +N.R.H. 762. R.S. 882. St. 213.
THE WAY OF THE CROSS.
Glaður ferðist eg, beri krossin hvønn dag,
skjótt staðin mítt eyga sær.
Ei úr eygsjón fer himmalportrið mær,
um tað aftnar, er glæman skær.
Niðurlag: Bert krossurin leiðir heim,
bert krossurin leiðir heim.
Gott at vita er, sum eg ferðist fram,
at krossurin leiðir heim.
2. Glaður ferðist eg eftir Frelsarans leið
og fylgi tí reyðu slóð,
brátt eg náa skal høga Himmalin,
har ið sál mín skal finna ró.
3. Brátt hin gylti morgunin rísa skal her –
tá hvørvur øll trongd, alt knoss,
og tey frelstu øll verða kallað heim
til hitt skínandi himnapláss.
*Jessie Brown Pounds (Amer.), 1861–1921.
{Lag: Charles H. Gabriel (Amer.), 1856–1932}.
(Jóhan við Neyst týddi).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir