• Sangsavnið
  • Høvundarnir
  • Um sang.fo
  • Arbeiðsgongd
  • Samband
  • Stuðlar

Sangsavnið

Leita
7582 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Gangi eg um heiðar, fjøll og dalar, - 3

Gangi eg um heiðar, fjøll og dalar,
fylgir vinur mær, eg hoyri hann;
tó ósjónligur, hann til mín talar
troyst og revsing, sum mær tørva kann. Tað er hirðin, sum mítt hjarta eigur, 1) sum breyt deyðans vald á foldum her, hann, sum seyð sín røktar, føðir, leiðir, og sum ævigt trúgvur er.
2. Alt, mær tørvar nú og allar ævir,
alt í øllum vinur mín er mær;
alt, ið ger, eg ei kann vera glaður,
bøtir hann, tí eyga hans tað sær.
Víst kann eg hann stundum ikki síggja, men hann segði: »Eina lítla stund«
– so er aftur ljóst, og gleði nýggja gevur hann í hjartans grund.
3. Jesus væl í huga Tummas hevur, 2) tyngdan sárt av ivans hørðu neyð, skundar sær og honum loyvi gevur
til at sjá hans sár og nema tey;
Tummas rørist, tá hann Jesus skoðar, sær hans eyma kærleika til sín,
og við hjarta, sum í gleði logar, rópar: »Gud og Harri mín!«
4. Unn mær við, á Jesus, hesa gleði, sum burt rekur ivans hørðu trongd, skriva teg á hjarta mítt við megi,
metta mína sterku sálarsvongd!
Góði hirði, minst, tín seyður veiki, vunnin gjøgnum tíni gleðiboð,
her í stríðsins harða, ónda leiki tørvar teg at kenna so!
5. Fylg mær, eyma, gjøgnumstungna hjarta, her í oyðimørk á míni leið,
so í myrkri og í ljósi bjarta
sál mín teg úr eygsjón missir ei!
Lat meg sovna við títt bróst hitt heita,
sum meg vekja upp skal røddin tín,
tá eg tær skal hesa heilsu veita:
O, mín Gud og Harri mín!
1) Jóhs. 10,14. 2) Jóhs. 20,26-28.
Carl O. Rosenius v. 1-2, svenskur herrnhutiskur yrkjari 1806 v. 3-5. Victor Danielsen.
Lag: Hj. 389. B-dur, d.

            




Sang.fo



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi

Nýggjastu sangirnir

  • Skap í mær eitt reint hjarta
  • Á kvøldartíð ein vinur - 1
  • Eg veri heppin / I can be happy.
  • Uttan teg var tøgnin tóm - 2
  • Vit eru nú so hjartans glað, (halleluja) - 4
  • Við songarstokkin móður - 4
  • Ver eitt himmalljós í heimi - 4
  • Velli fram (í hjartanum) - 4
  • Undurfult navn títt er, Jesus - 4
  • Tú ert so glaður - 4
  • Tá møður í Salem til Jesus smábørn bóru - 4
  • Tann, ið ikki eigur Jesus - 4
  • Tann, ið hevur trúgv, tann, ið hevur trúgv - 4
  • Tað er so gott at hugsa um - 4
  • Mín Harri um oyðuna finnur veg - 4
Bókað

Test í Bókað (3)
2015 - Nýggja Sangbók Guds Fólks (4)
1990 - Sálmabók Føroya Kirkju (1)
1976 - Songbók Guds Fólks (1)
1952 - Songbók Guds Fólks (1)