1662%Finn tey fortaptu +R.S. 170. S. 817. St. 218. B–f.
SEEKING THE LOST.
Finn tey fortaptu, leita upp lambið,
sum gongur vilst á fjøllum í dag.
„Komið til mín!“ nú Frelsarin bønar
– breið hetta út frá stað og til stað.
Niðurlag: Far nú avstað um fjøll og fløtur,
vís hinum vilstu beina leið.
Før tey til hann, hin góða Hirðan,
sum fyri tey í deyðan steig.
2. Finn tey fortaptu, peika á Jesus,
sálum so sjúkum, saknandi frið.
Vís teimum greitt hin æviga vegin,
styðja tey heimá stig fyri stig.
3. Fagrir á fjøllum føturnir eru,
sum góðan boðskap bera í dag,
styrkja tey veiku, reisa tey falnu,
gera í sorg tey líðandi glað.
*William A. Ogden (Amer.), 1841–1897.
{Lag: William A. Ogden}.
(Jukim Olsen og Z. Zachariassen týddu).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir