1036%1023 Eitt landið er, sum eg skal +R.S. 786. G–h. Ella: R.S. 734. F–c.
A STARLESS CROWN.
1023. Eitt landið er, sum eg skal ná,
tá stríðið er at enda her,
men ei eg veri glaður tá,
um krúna mín ei stjørnur ber.
Niðurlag: Áh, skal eg fá, tá kvøldið er,
ta krúnu, sum ei stjørnur ber?
Áh, má ei, Harri, bíða mær
ein krúna stjørnuleys hjá tær!
2. Øll heimsins gleði følna má;
tí eina eitt er ynskur mín:
At eg frá tær kann náði fá
at leiða sálir, Gud, til tín!
3. Forbjóði, Gud, at tað, eg fann
á fold, mítt hjarta taka má!
Lat onkra sál, sum her eg vann,
ta krúnu prýða, eg skal fá!
*Grant Colfax Tullar (Amer.), 1869–1950.
{Lag 1: Isaac H. Meredith (Amer.), 1872–1962}.
{Lag 2: Daniel B. Towner (Amer.), 1850–1919}.
(Jákup Olsen týddi).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir