Eitt heilagt kall frá Gudi fekk
eg, tá eg ungur var.
Eg inn í hetta kallið gekk og kendi, at tað bar.
2. Í góðsku síni Gud meg sá har á tí villa veg’,
hann tók meg upp, har sum eg lá, og gav mær trúgv á seg.
3. Hann segði mær, at lív mítt her í hansar ætlan var:
Í Jesusi tín frelsa er!
Tá birtist vón hjá mær.
4. Eg sá mítt lív í hondum hans, mær tænastu hann gav,
til virki sítt hann vakti ans,
fekk meg at taka av.
5. Guds kall er støðið, haðani eg virka kann hvønn dag,
tað gevur treyst, ger frían meg til eyðmjúkt arbeiðslag.
6. Guds kall meg bar, ja, ber meg enn, tað er Guds náðargerð.
O Gud, tú lív títt í mær menn,
til skeiðið runnið er!
Johs. Mortensen 1993.
Lag: Lth. 74. F-dur, c.
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir