• Sangsavnið
  • Høvundarnir
  • Um sang.fo
  • Arbeiðsgongd
  • Samband
  • Stuðlar

Sangsavnið

Leita
7582 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Eitt hav so stórt av náði - 4

1627%Eitt hav so stórt av náði +S. 958. As–es. Ella egið lag: G–d.

Eitt hav so stórt av náði
mítt trúareyga sær,
sum sólarljósið glitrar
tað fagurt móti mær.
Jóhannes trý og sekstan
enn skyggir myrkri í:
Tann sál, ið trýr á Sonin,
er ævigt frelst og frí.
Niðurlag: Hon takkarsong kann syngja
av hjarta, frelst og frí.
Ja, náðiflóðin reyða
er gildig alla tíð.
2. Ei skilja kann mítt hjarta,
sum ónt og syndigt var,
at Gud tað kundi reinsa
og náði vísa mær.
Mín leið, sum var í myrkri,
nú ber mót ljósins stað,
tí syngi eg av hjarta:
Mín sál er frí og glað!
3. Um Lambið er mín songur,
sum doyði krossi á.
Ein lívsins streymur reyður
har rennur omanífrá.
Tann sál, ið trýr á blóðið,
ein klædning hvítan fær,
tí Jesus Kristus rópti,
at verkið fullgjørt varð.

*Levi Joensen, f. 1933.
{Lag 1: Ira D. Sankey (Amer.), 1840–1908}.
{Lag 2: Torkil Mørkøre, f. 1969}.

            




Sang.fo



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi

Nýggjastu sangirnir

  • Skap í mær eitt reint hjarta
  • Á kvøldartíð ein vinur - 1
  • Eg veri heppin / I can be happy.
  • Uttan teg var tøgnin tóm - 2
  • Vit eru nú so hjartans glað, (halleluja) - 4
  • Við songarstokkin móður - 4
  • Ver eitt himmalljós í heimi - 4
  • Velli fram (í hjartanum) - 4
  • Undurfult navn títt er, Jesus - 4
  • Tú ert so glaður - 4
  • Tá møður í Salem til Jesus smábørn bóru - 4
  • Tann, ið ikki eigur Jesus - 4
  • Tann, ið hevur trúgv, tann, ið hevur trúgv - 4
  • Tað er so gott at hugsa um - 4
  • Mín Harri um oyðuna finnur veg - 4
Bókað

Test í Bókað (3)
2015 - Nýggja Sangbók Guds Fólks (4)
1990 - Sálmabók Føroya Kirkju (1)
1976 - Songbók Guds Fólks (1)
1952 - Songbók Guds Fólks (1)