1594%Einaferð á knæ við krossin birtist +Great Gospel Songs and Hymns 113. Es–b.
DON’T TURN AROUND TO THE THINGS YOU LEFT BEHIND.
Einaferð á knæ við krossin birtist
dýrdin tær, og Jesus frelsti teg,
fyri tær á breiða vegi myrktist
– gakk nú beina leið á smala veg!
Niðurlag: Vend tær ei á, gloym bert alt, ið farið er,
tað, tú søkti, skjótt svinnur, burtur fer,
stevn tú nú móti hæddini, ja, fram til hitt sæla land,
vend tær ei á, gloym bert alt, ið farið er.
2. Farið er nú heimsins tóma glitur,
ongantíð tað nøktaði títt krav.
Sælur tann, við Harrans føtur situr
– fylling Guds er eins og djúpa hav.
3. Ein dag tú við perluportrið stendur,
her á foldum runnið er títt skeið,
tú tá sært tær gjøgnumstungnu hendur.
Sól og mána tørvar staðnum ei.
*John W. Peterson (Amer.), 1921–2006.
{Lag: John W. Peterson}.
(Arnfinnur Setberg týddi).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir