Ein undurkelda man líða
við lívi og heilsubót,
hon lívgar øll tey, ið stríða,
og styrkir troyttaðan fót;
frá Golgata heyggi hon rennur, tann blóðkeldan rein og góð, væl staddur er tann, ið kennir ta lívsins frelsandi flóð.
2. Og hvar á fold hon enn flýtur, har skapar hon lívið nýtt,
hon vónloysisokið brýtur,
og hjørtuni sláa frítt;
á oyðimørkum, har eina fyrr tistil og illgras vóks, har alir tann flóðin reina skjótt drúur og búnað øks.
3. Og tá ið eitt brotið hjarta í flóðina verður søkt,
tá víkur náttin hin svarta,
og brennandi bál verður sløkt; í hesi keldu lekjast
tey syndanna ólívssár,
her deyð kunnu aftur vekjast, og vetur vendist til vár.
4. Tú sál, sum einaferð visti, hvat friður og gleði er,
men aftur í synd tað misti, kom, vend tær til kelduna her! Og tá ið tú boyggir teg niður hjá henni við angur og trúgv, skal aftur tann farni friður
í sál tíni festa búgv.
5. So takka vit tær og prísa,
vár Harri og frelsari,
at miskunn tú vildi vísa mót syndigu ættini!
Tí keldan, ið okkum nú grøðir, úr tínum sárum rann út,
og tað, sum nú okkum frøir, tað voldi tær sorg og sút.
Jes. 12,3 og Jóhs. 4,14.
Herman R. Steffensen. Victor Danielsen.
Lag: Hj. 198. D-dur, a.
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir