495%0489 Ein kross at bera ein +Ht. 97. H.S.S. III/100. F–c.
HE BOUGHT MY SOUL AT CALVARY.
489. Ein kross at bera ein og hvør man fá,
ein Himmal er, sum hvør ein sál kann ná.
Ein bústaður í Himli bíðar mær,
við deyða sonar Guds hann keyptur varð.
Enn talar blóðið, sum á krossi rann,
tí har til sigur deyða vendi hann.
Hann loysti leinkjurnar, ið heftu meg,
tá hann á Golgata seg ofraði.
2. Um sorgardagar drúgvir tykjast her,
tó lurtar hann, hvør hjartans bøn mín er.
Í hvørji kreppu Jesus tekur lut,
á Golgata hann keypti meg til Gud.
Hvørt ár meg dregur nærri til hans barm,
hann ber meg gjøgnum alt, sum voldir harm.
Tá krossurin mær birtist, minnist eg:
Á Golgata hann endurloysti meg.
*Stuart Hamblen (Amer.), 1908–1989.
{Lag: Stuart Hamblen}.
(Z. Zachariassen týddi).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir