Sangsavnið

7581 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Ein dag, ein dag – um ikki fyrr - 4

590%0583 Ein dag, ein dag - um ikki +Ht. 216b. D–d. Ella: S. 740. A.H. 137. Hymns of Truth 619. As–es.
SOMETIME WE’LL UNDERSTAND.

583. Ein dag, ein dag – um ikki fyrr,
so tá eg standi honum hjá –
er skilligt alt, ið hjartað spyr;
Guds veg, Guds ráð eg skilji tá.
Niðurlag: Tí líti eg hvønn dag á teg,
eg óttist ei, tú ert mær hjá;
ja, sjálvt á myrkum, tungum veg
eg syngi: Eg skal skilja tá!
2. Eg knýti aftur slitin bond
og hálvgjørt verk skal fullført sjá;
ei gátum hýsa Himlalond,
nei heilt, áh, heilt eg skilji tá!
3. Eg skilji, hví ei sól, men nátt
lá yvir tí, eg ynskti ná,
hví gleðin kom – og fór so brátt,
ja, alt, áh, alt eg skilji tá!
4. Hví tað, eg vildi halda fast,
úr hond mær gleið og veik mær frá,
hví vónin sveik, og ætlan brast –
har uppi, eg skal skilja tá.
5. Gud læsir upp, hann leiðir best;
og alt, ið kámt mín trúgv her sá,
skjótt skoðar eygað táraleyst –
ja, uppi har, eg skilji tá.

*Maxwell N. Cornelius (Amer.), 1842–1893.
{Lag 1: Amerikanskt fólkalag}.
{Lag 2: James McGranahan (Amer.), 1840–1907}.
(V. Danielsen týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi