Sangsavnið

7583 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Ei verðin er mítt heim, eg eri bert á ferð - 4

1632%Ei verðin er mítt heim +H.S.S. II/bls. 68. G–g.
THIS WORLD IS NOT MY HOME.

Ei verðin er mítt heim, eg eri bert á ferð,
og handan loftið blátt mítt dýra heimstað er.
Brátt einglaskarar mær vælkomnum bjóða heim
á ta skínandi strond, heim til gleði og gleim.
Niðurlag: Áh, Harri, tú mær dýrabarur ert,
og átti eg ei teg, var lívið einki vert!
Brátt einglaskarar mær vælkomnum bjóða heim
á ta skínandi strond, heim til gleði og gleim.
2. Mong kær eg eigi har á føgru himmalstrond,
við portrið fevnast vit, hvør øðrum rætta hond.
Av degi lýsir brátt, og eg skal fara heim
á ta skínandi strond, heim til gleði og gleim.
3. Mong kend eg hitta skal á strondini so glað,
og skjótt av náði skal eg flyta í tann stað.
Og er enn trúgv mín veik, so ber meg Jesus heim
á ta skínandi strond, heim til gleði og gleim.
4. Í dýrd og ljóma har eg Harran síggja skal,
har hoyrist gleðilag, tey frelstu syngja sæl.
Brátt ljóðar lúðurin, og Guds fólk flytur heim
á ta skínandi strond, heim til gleði og gleim.

*S.D. Burton (Amer.).
{Lag: E.B. Graham (Amer.), 1784–1872}.
(Jóhan við Neyst týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi