1117%1103 Eg syngi fyri Harra mín +Ht. 408. Junior Praise 105. F–c.
I’M SINGING FOR MY LORD.
1103. Eg syngi fyri Harra mín
leiðum mínum á,
um hans kærleik syngja má,
so hann verðin sá.
Eg, sum var eitt vrak, men tó
frelstur varð við Jesu blóð,
eg syngi fyri Harra mín
leiðum mínum á.
2. Eg syngi, hóast stundum mær
vandafull er leið.
Náði Harrans, orð hans greið,
verðin elskar ei,
men eg syngi hvønn ein dag,
hjartansfegin, sálin glað,
eg syngi fyri Harra mín
leiðum mínum á.
3. Eg syngi, eg fortaptur var,
men meg Jesus fann,
við hans blóði skuld mín svann,
friðin hann mær vann.
Bert mín songur elva kann,
sálir venda sær til hann.
Eg syngi fyri Harra mín
leiðum mínum á.
4. Eg syngi fyri børnum Guds,
sum tey ferðast heim,
heim til sælan frið og gleim,
dýrd, sum bíðar teim,
og við mær ein felagssong
syngja tey til Gud, vár kong,
eg syngi fyri Harra mín
leiðum mínum á.
*Oswald J. Smith (Kanada), 1889–1986.
{Lag: Redd Harper (Amer.), 1903–1992}.
(Flóvin Tyril týddi).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir