Eg smáttu veit á grønu ong,
har fuglar syngja vakran song,
og hoyrist heimligt áarsuð, tann smáttan rennur mær í hug.
2. Tvey hjørtu sláa inni har,
so trúgv sum trøll, so rein og kær, so góðskufull alt uttan grið
í móðurbarmi, faðirs við.
3. Har inni eg í vøggu lá,
og fyrstu bøn eg lærdi tá;
har leikti eg í góðum frið’
mín fyrsta dreym meg droymdi við.
4. Um mær var boðin størsta høll, og hon var skrýdd í gulli øll,
tó faðirs smátta mær er meir,
tí hon er einans, ikki fleir.
Týskur. Símun av Skarði.
Lag: LM. 172. -dur, .
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir