1554%Eg hoyri Harrans rødd +N.R.H. 469. R.S. 198. S. 855. St. 419. G.B. 254. Praise 219. Es–es.
JESUS PAID IT ALL (I hear the Saviour say).
Eg hoyri Harrans rødd:
„Tín styrki lítil er!
Kom fá tær kraft frá mær
til alt, tær tørvar her!“
Niðurlag: Jesus greiddi alt,
tá hann læt sítt blóð.
Synd mín var sum skarlak reyð,
hon hvít nú er sum snjó.
2. Í mær finst einki gott,
sum fram eg bera kann.
„Jesus doyði fyri meg;“
mín lovsong fær bert hann!
3. Skjótt loysti andi mín
mót Himli rísa skal.
„Jesus doyði fyri meg,“
bert tí er sál mín sæl!
4. Og tá við trónu Guds
mín sál skal standa sæl,
„Jesus doyði fyri meg,“
eg ævigt syngja skal.
*Elvina M. Hall (Amer.), 1822-1889.
{Lag: John Thomas Grape (Amer.), 1835–1915}.
(Meta av Fløtum og Z. Zachariassen týddu).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir