• Sangsavnið
  • Høvundarnir
  • Um sang.fo
  • Arbeiðsgongd
  • Samband
  • Stuðlar

Sangsavnið

Leita
7590 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

EG ERI er vegurin, sannleikin, lívið - 4

1547%EG ERI er vegurin, sannleikin, lívið +G–h.

„EG ERI“ er vegurin, sannleikin, lívið,
Eg vísi ei einans á vegin, áh, nei,
Eg eri hann sjálvur, og bein teg inn á hann,
tá ert tú á honum og rættari leið.
Kann vera, hann tíðum man knortlutur vera,
men inn, inn í sæluna vil hann teg bera,
„EG ERI“ er vegurin – Jesus.
2. „EG ERI“ er sannleikin allur og einans,
ei sannleiki annar á jørðini finst.
Bert lygnin her ræður, og fjøld henni fylgir,
hon sannleikan rangsnýr, so mongum til fals.
Tey blindu á gøtuni trilvandi leita,
ver við teimum sannleikan allan at veita.
Hin sanni „EG ERI“ er Jesus.
3. „EG ERI“ er lívið hitt æviga einans,
alt annað av deyðanum merkt er á fold,
bert anir eitt bil, og so visnar og doyr tað,
tað fúnar í ráari, døkkari mold.
Men vón fyri framman er lívleysum øllum,
ið kalla á hann, bæði kvinnum og køllum,
tí Lívið „EG ERI“ er Jesus.
4. Vit prísa tær, vegurin, sannleikin, lívið,
og himlanna himlar tær lovsyngja hátt.
Hin dag, tú vart krýndur við tornum og skemdur,
sum brotsmaður roknaður – falst ei í fátt,
tá brast deyðans veldi, og uppreisnarmegin
til Himmalin opnaði syndarum vegin
– ja, navn títt er Jesus – EG ERI!

*Jógvan Gerðalíð, f. 1916.
{Lag: Jógvan við Keldu, f. 1944}.

            




Sang.fo



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi

Nýggjastu sangirnir

  • Meg droymdi um átjan svanir í nátt
  • Summar konur læa eins og havið
  • Eg skal tá liva lív sum fyrigivin
  • Ver still mín sál, Gud stendur tær
  • Ver still, mín sál, tí Harrin
  • Ver kvirr, mín sál, tí Harrin
  • Bíbliuna les og lat
  • Kom til Jesus, ráðaleysu
  • Skap í mær eitt reint hjarta
  • Á kvøldartíð ein vinur - 1
  • Eg veri heppin / I can be happy.
  • Uttan teg var tøgnin tóm - 2
  • Vit eru nú so hjartans glað, (halleluja) - 4
  • Við songarstokkin móður - 4
  • Ver eitt himmalljós í heimi - 4
Bókað

Test í Bókað (3)
2015 - Nýggja Sangbók Guds Fólks (4)
1990 - Sálmabók Føroya Kirkju (1)
1976 - Songbók Guds Fólks (1)
1952 - Songbók Guds Fólks (1)