Bønin er mín himmalstigi,
lyftir meg frá hesi verð;
faðir, tá eg til tín biði, upp frá jørð mín andi fer, leitar til tín ljósa sal; vegin vísir orð títt væl.
2. »Biðið, og tit skulu fáa!« 1) Hetta orð títt styrki ber
teimum, sum mót himli tráa troytt av hesi vándu verð. Harrans bøn, várt Faðirvár, grøða kann hvørt syndasár.
3. Ei má heimsins sorg oss tyngja, faðir vár í himli býr;
orð hans ugga kann og yngja
hvørt Guds barn, sum á hann trýr. Hvør, sum himlavegin fann,
halgan frið og sælu vann.
4. Lat so verðsins børn oss háða, ei tað okkum nerva skal;
løn Gud letur okkum fáa,
leiðir okkum í sín sal.
Biðja vit í Jesu navn,
blítt hann tekur oss í favn. 1) Matt. 7,7.
Mikkjal D. á Ryggi.
Lag: DK. 227. G-dur, g.
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir