Sangsavnið

7582 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Ber tína synd nú til Kristus - 4

13%0012 Ber tína synd nú til +S. 352. F–c.
COME TO THE FOUNTAIN!.

12. Ber tína synd nú til Kristus,
ber tína byrði av sorg,
drekk av tí grøðandi keldu,
leita tær skjól í tí borg!
Niðurlag: Jesus er nær,
skunda tú tær,
vága ei sálina, drála ei har!
Jesusi leingist at frelsa,
sjálvur hann synd tína bar.
2. Kom, sum tú ert, nú til Kristus!
Enn, enn hann bíðar tær her;
hvat, um tín synd er sum skarlak!
Snjóhvíta hann hana ger!
3. Hetta er Frelsarans lyfti:
Teimum, sum trúgva á meg,
einfalt á orð míni líta,
lív, ævigt lív gevi eg.
4. Kom nú til hann og ver frelstur,
tak við tí friði, hann ber!
Yvir ta sál, sum vil koma,
gleði í Himlinum er.

*Fanny Crosby (Amer.), 1820–1915.
{Lag: George Coles Stebbins (Amer.), 1846–1945}.
(V. Danielsen týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi