1. Av Harrans hond leidd
vit mót heiminum ferðast.
Tí heimi, har heiløg nú búgva so glað.
Tú sál, sum enn ófrelst
til undirgang stevnir,
vilt tú ikki við til hin signaða stað?
Vilt tú við, vilt tú við,
vilt tú við, vilt tú við,
vilt tú ikki við til hin signaða stað?
2. Hitt himmalska landið,
tað veit ei av sorgum,
bert gleði og lukku og frið kennir tað.
Tú sál, tyngd av angist,
av pínu og longsli,
vilt tú ikki við til hin signaða stað?
3. Til hvørt eitt Guds barn
er eitt hús gjørt til reiðar,
tá burtur av fold tað skal fara ein dag.
Tú sál, sum ert heimleys,
nú lívið brátt endar,
vilt tú ikki við til hin signaða stað?
4. Guds børn, haldið fram
nú við dirvi og gleði!
Vit trygt eru leidd jú av Jesusar hond.
Skjótt ganga vit glað
á teim skínandi heyggjum,
skjótt stígur úr havi hin himmalska strond.
Eg vil við, eg vil við,
eg vil við, eg vil við,
á, ja, eg vil við til hin signaða stað!
NS15 1140 RS 101. IMS 188. Hjt. 362.
Orð: William Hunter
Týtt: V. Danielsen
Lag: Ókendur
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir