Sangsavnið

7580 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Alt, sum tínum børnum her á fold man møta - 1

1. Alt, sum tínum børnum 
her á fold man møta,
fyri alt tað, Jesus, er bert hjálp hjá tær.
Um so tykir mær, at tung gerst 
mong ein løta,
hjá tær, Jesus, frið mítt hjarta aftur fær.

Jesus, bert hjá tær 
er hvíla sonn og gleði,
eina tú kanst sløkkja sálartosta mín.
Og eg takki tær á hesum náðidegi
– einki kundi frelsa uttan deyði tín.

2. Tann, sum heilt seg upp 
í tínar hendur gevur,
altíð reystur gjøgnum lívið ganga kann.
Deyði, dómur einki vald 
á honum hevur,
tí at Jesus deyðans myrkur yvirvann.

3. Nú eg hvíli trygt 
í tínum sterka armi,
og frá tær nú eingin burt meg ríva skal.
Troytta hjarta slær nú lætt 
í mínum barmi,
meg ei syndin longur kúga kann sum træl.

            
Orð: Óli Reinert
Lag: Paul Dresser




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi