Sangsavnið

7583 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Alt er bjart og undurfult / Tú sært so vakrar blómur - 4

1434%Alt er bjart og undurfult +R.H. 665. N.R.H. 963(II). Hymns of Faith 606(I). N.R.H. 963(I). D–d.
ALL THINGS BRIGHT AND BEAUTIFUL.

Niðurlag: Alt er bjart og undurfult,
ja, bæði smátt og stórt!
Alt er bjart og undurfult,
sum Harrin hevur gjørt!
1. Tú sært so vakrar blómur
og hoyrir fuglasong,
sært mangar litir prýða
í haga og á ong.
2. Tey fjøll, mót hæddum daga,
hvør á, sum fer í hav,
tann sól, á morgni rísur,
á kvøldi fer í kav.
3. Teir vetrarkøldu vindar
og summarsólin flógv,
á heysti fong og grøði
og vár um grønan hógv.
4. Við eygum tað vit síggja
og varrar siga frá
um hann, sum øllum valdar,
um alt hans vísa ráð.

*Cecil Frances Alexander (Írl.), 1818–1895.
{Lag 1: William H. Monk (Ongl.), 1823–1889}.
{Lag 2: Enskt lag úr 17. øld.
(Árni Jacobsen týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi