1. Alt eg vraki fyri Jesus,
hesa tómu verðina.
Gloymt er tað, hon kallar gleði,
tá eg minnist Golgata.
Vraka vinir meg og svíkja,
hyggur verðin køld á meg,
tó við perluportrið fagra
vinin trúgvan eigi eg.
Skjótt svinnur lívsins morgun,
kvøldarstundin nærkast brátt.
Men tá perluportrið opnast,
verður eingin, eingin nátt.
2. Tá ið Harrans rødd meg kallar,
og mítt eyga endan sær,
skal eg halla mær á Jesus
gjøgnum dalin myrka har.
Eg skal líta á hans lyfti,
meir enn alt tey eru mær:
Óttast ei, eg eri við tær,
tá tú perluportrið sær!
3. Hinumegin Jordans bylgjur,
handanvert ta køldu á,
blómar lívsins træ í ævir,
har lívsánna skal eg sjá.
Í tí sæla andans landi,
har er dýrd ótømilig,
og við perluportrið einglar
leiða meg til sælan frið.
NS15 1314 RS 793. S 590. ES 130. MA 118. MTFS 307.
Orð: Sarah J. Graham
Týtt: V. Danielsen
Lag: E.F. Coffin
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir