Sangsavnið

7580 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Aldri eitt skip á fold var smíðað - 4

1429%Aldri eitt skip á fold +S. 1029. G–d.
| Lag: Á Guds Lamb mítt eyga hyggur… |.

Aldri eitt skip á fold var smíðað
so sum ørkin, trygg og góð,
men tó lítið vird av monnum,
tann, sum fór inn, frelstur stóð.
Men tann Gud, sum aldri gloymir
tey, sum líta seg á hann,
trygt læt henda flokkin sita,
meðan dómsins bylgja brann.
2. Kempur á jørð ei kundu opna
hesa hurð, sum Harrin læt í;
náði varð bjóðað, tíðin lokin,
eingin frelsa, eingin tíð.
Regn kom av himli, avgrundarkeldur
oystu, og vatnið skjótt vaks tá.
Skipið skjótt fleyt, tann einasta frelsa,
brátt stríðast sálir bylgjum á,
3. Tryggur tó siglir Nóa við sínum,
nú mundi mangur trúgva á Gud,
sum eftir fjøllum upp mundi leita,
men hevði valt hin skeiva lut.
Vatnið, tað veksur, fjøll fara undir,
als eingin vón, bert deyðans nátt
fyri ta sál, sum vrakaði frelsu,
og ikki fór um skipsins gátt.
4. Eins og var á døgum Nóa,
so skal verða, tá ið nú
skjótt ein dag basúnin ljóðar.
Kæri vinur, flytur tú
heim til tær strendur saman við honum,
sum eitt sinn bløddi Golgata á?
Brimduna líkur verður tann songur,
sum teimum frelstu ljóðar frá.
5. Størri tó verða vil tann flokkur,
sum ei bjarging søkti sær
undir Guds náði-, kærleiksveingjum,
meðan hurðin opin var,
Nú bert ein eldur, aldri hann sløknar,
og ein ormur, sum aldri doyr,
bíðar eftir teimum sálum;
teimum ei bjóðast frelsa meir.

*Levi Joensen, f. 1933.
{Lag: Ira D. Sankey (Amer.), 1840–1908}.

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi