2321%Í tíðarinnar myrkri +K.S. 140.
I TIDENS DYBE MØRKE HAR ONDE ÅNDER MAGT.
Í tíðarinnar myrkri, kring óndskaps andamátt,
hin gamli vaktarmaður tó vakir dag og nátt.
Á Zions múri er hann og nýtir hvønn ein kjans
at rópa út í myrkrið: „Gev tíðarteknum ans!“
2. Tað eru síðstu dagar, so orðið sigur frá,
og ljós og myrkur berjast, sum aldri nakar sá.
Um miðjan náttartíma Guds lúður ljóða skal,
og Jesus sína brúður ber heim í brúðarsal.
3. Nú Satans flokkar fylkjast, og Jesus háðast man,
úr mongum kristnum hjarta nú kærleikin burt svann,
og ljós og myrkur blandast í kristindómsins navn
og syndagerðir finna í Harrans fólki havn.
4. Hygg, fikutræið blómar, og boð um vár tað ber,
statt upp, tú Jesu brúður, teg ferðabúna ger!
Tá jørð og himmal skelva, og bylgjur reisast hátt,
tá vita vit, at Jesus av Himli kemur brátt.
5. Langt burtur mangur stríðsmaður henda dagin sá,
og mong nú eru fallin – og sigrandi so fá,
í longum náttartímum mangt hjarta varð forsagt,
tann sterki legðist fyri – í síðstu náttarvakt.
6. Eg sá ein fúsan ungling, sum dýrar sálir vann,
av kærleika til Harran hans unga hjarta brann.
Tá leit hann aftur um seg til tað, ið verðin beyð,
og hjá Dalilu legðist til hvíldar – og til deyð.
7. Eg eina reina moyggj sá, hvørs lampa altíð brann,
hon væntaði sín brúðgóm, skjótt væntaði hon hann.
Tó tíðarinnar freisting fekk hennar’ hjarta deilt,
so klári login sløktist í heimsins gjóstri heilt.
8. Tað eru síðstu tíðir, so sigur Harrans orð,
og hvør er tann, ið stígur í Jesu fótaspor?
Og hvør er tann, ið ei seg at sova hevur lagt,
men vakja vil og bíða – í síðstu náttarvakt?
*Jørgen P. Santon (Danm.), 1878–1944.
{Lag: Jørgen P. Santon}.
(Jákup Olsen og Z. Zachariassen týddu).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir