Sangsavnið

7582 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Í sorganna dali er einsamt og myrkt - 4

1827%Í sorganna dali er einsamt +THE VALLEY OF SORROW.

Í „sorganna dali“ er einsamt og myrkt,
eg hjartkiptur, syrgin har gekk,
tí avgrundin har
full av ræðslu jú var,
so djúp, at eg troyst ikki fekk.
2. Men, hygg, sum mín leið gjøgnum einsemið lá,
um ivans, vónloysisins skarð
– varð mín dalsmyrkurs nátt
til ein urtagarð brátt,
tí „Gud alrar troystar“ har var.
3. Mær birtist í dalinum undurverk stór,
„Guds kærleikans“ nærvera rein,
har eg eymleika sá,
sum ei sigast kann frá,
í tí signingarsól, sum har skein.

*Betty C. Reusch.
(Z. Zachariassen týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi