1255%0325 Í hundraðtúsundtali her +K.S. 116. Songs of Challenge 75. A–e.
A MISSIONARY CRY.
325. Í hundraðtúsundtali her
ein sálin eftir aðra fer
um deyðans køldu gátt;
til dóms og uttan Gud og vón
tey fara – uttan ljós og sjón;
ein myrk og ævig nátt,
ein myrk og ævig nátt.
Niðurlag: Í túsundtali dag um dag
tey fara skjótt avstað,
tey fara burt til dóms,
tey fara burt til dóms.
2. Guds Andi, okkum fylli tú
við kærleika, við vón og trú,
og ger tú okkum sterk,
at gull og silvur leggjast má
við Jesu fót sum offur – tá
skal fremjast Harrans verk,
skal fremjast Harrans verk!
3. Tú biðjandi! Í Jesu navn’
trong inn í Harrans opna favn,
halt á og troyttast ei!
Statt fastur bert í stríðnum her!
Tú veitst, at skjótt at enda er
hin myrka stríðsins leið,
hin myrka stríðsins leið.
4. Skjótt kemur Harrin; henda nátt
nú liðin er at enda brátt –
áh, nýt tí tíðina,
og ber tað fram, hitt glaða ljóð,
um frið við Jesu dýra blóð
til hvønn ein syndara,
til hvønn ein syndara!
5. Lat okkum virka! Tíðin fer,
og mannasálir doyggja her
í myrkri, uttan frið;
hin frelsa frí, sum Jesus vann
til tín og mín – áh, keypti hann
ei teimum frelsu við,
ei teimum frelsu við?
6. Í túsundtali foldum frá
tey fara, og tey koma tá,
har nátt ei enda fær;
lat okkum nýta dagin væl,
at teirra blóð ei krevjast skal
av hondum tær og mær,
av hondum tær og mær!
*Albert B. Simpson (Amer.), 1843–1919.
{Lag: James H. Burke (Amer.), 1858–1901}.
(Jákup Olsen týddi).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir