120%0118 Áh, náði, náði rík og stór +R.S. 384. Evangelietoner 165. M.A. 237. S.A.T.B. 233. G–d.
O HVILKEN NÅDE, STOR OG RIG.
118. Áh, náði, náði rík og stór,
mín sál er frí, mín sál er frí!
Hon leingi myrkurs leiðir fór,
nú er hon frí, nú er hon frí,
meg syndin leingi bant sum træl,
men nú er sál mín frelst og sæl,
og tí hon Gudi prísa skal,
tí hon er frí, tí hon er frí.
2. Mong ár mín sál í myrkri sat,
men varð ei frí, men varð ei frí;
hon suffaði, hon bað og græt,
men varð ei frí, men varð ei frí.
Tá hoyrdi eg um Jesus, sum
í mín stað hekk á krossinum,
og tá eg trúði orðinum,
varð sál mín frí, varð sál mín frí.
3. Ja, Jesus stríddi, og í dag
er sál mín frí, er sál mín frí;
hon prísar honum hjartans glað,
tí hon er frí, tí hon er frí.
At vinna onnur ynski eg,
at vitna frítt á mínum veg,
og harvið sál mín gleðir seg,
tí hon er frí, tí hon er frí.
4. Kom, sál, sum bundin, ófrelst er,
kom og ver frí, kom og ver frí!
Tí Jesus kallar á teg her,
kom og ver frí, kom og ver frí!
Áh, drála ikki, kom í dag,
hoyr orðið nú og lít á tað!
Tann sál, sum ger tað, verður glað,
tí hon er frí, tí hon er frí.
Niðurlag: Mín sál er frí, mín sál er frí,
og farin er hin myrka tíð;
ein sælan dag
Gud gjørdi tað,
at hon varð frí, at hon var frí.
*Ókent sálmaskald.
{Lag: Týskt fólkalag}.
(V. Danielsen týddi úr donskum).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir