796%0786 Áh, Gud, vár hjálp í farnu tíð +R.S. 47. N.R.H. 137. B.H. 53. Praise 32. C–g.
O GOD, OUR HELP!.
786. Áh, Gud, vár hjálp í farnu tíð,
vár vón í ókend ár,
várt skýli gjøgnum storm og stríð
í dag eins og í gjár!
2. Tín armur tínum heiløgu
ein fullgóð verja er,
í lívd av náðitrónuni
teim einki skaða ger.
3. Tú ert tann Gud, sum broytist ei,
tann sami, sum tú var,
tá verðin fram av ongum steig
við boðinum frá tær.
4. Í tínum eygum túsund ár
sum skuggin svinna brátt,
sum stund, sum dagurin í gjár,
sum stutta vakt á nátt.
5. Sum streymur skjóti tíðin fer,
ber síni børn avstað,
sum dreymur skjótt tað gloymt alt er,
ið tykist stórt í dag.
6. Áh, Gud, vár hjálp í farnu tíð,
vár vón í ókend ár,
ver lívd ígjøgnum storm og stríð
í dag eins og í gjár!
*Isaac Watts (Ongl.), 1674–1748.
{Lag: William Croft (Ongl.), 1678–1727}.
(V. Danielsen týddi).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir