Sangsavnið

6839 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Áh, eg minnist ein dag - 4 (1)

1252%0299 Áh, eg minnist ein dag +R.S. 82. St. 212. Es–b.
A HILL LONE AND GREY.

299. Áh, eg minnist ein dag
og ein einsligan stað,
har í sveitta á sólheitum veg
undir pínu og neyð
og til kvølfullan deyð
fór ein maður – tað var fyri meg!
Niðurlag: Áh, tað rørir mítt sinn,
og mær vætast vil kinn,
tá hin einsliga heygg eg kann sjá!
Tað var har, tað var har,
at hann krossfestur varð,
so at meg eingin plága skal ná!
2. Síggj ein tornkrýndan mann –
áh, mín sál, sært tú hann? –
Undir mínari byrði og neyð!
Tó hann meinslaður er,
og tó krossin hann ber,
fer hann upp á hin einsliga heyg.
3. Hoyr, teir negla hann fast!
Og hvør nerva, sum brast,
í hans hjarta so pínafult skar;
krossin reisa teir tá,
fjøldin hyggur hann á,
og teir háða og spotta hann har.
4. So, nú hongur hann har,
og hann háðaður varð,
tó hann stríddi við harðasta deyð;
troytt hans sál er og móð,
einki klagandi ljóð
hoyrist tó á tí einsliga heyg.
5. Fellur myrkur á vøll,
rivna heyggjar og fjøll,
og eitt róp hoyrist, eymkiligt, sárt;
og hans hjarta, tað brast,
vreiðin rámti hann fast,
og hitt æviga vónloysi várt.
6. Ja, hann andaðist har,
og hann gravlagdur varð –
áh, hann leið fyri teg, fyri meg!
Men hann upp aftur stóð,
deyðans veldi hann sló,
legði okkum til lívið ein veg.

*C. Carradine.
{Lag: John B. Bryant}.
(V. Danielsen týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi