674%0666 Áh, ásjón, háðað, bannað +D.K. 22b. Bf. 155. Bg. 18. M.A. 465. H.S. 48. C–e. Ella: Evangeliums-Sänger 309. C–c.
SALVE CAPUT CRUENTATUM (O hoved, høit forhånet).
666. Áh, ásjón, háðað, bannað,
so blóðig, sligin, særd,
áh, tornakrýnda panna,
áh, ásjón, spýtt og bard!
Áh, høvur, tú, sum ræður
í dýrd og heiður nú,
ein ormur, ikki maður,
á krossinum vart tú!
2. Áh, Jesus, Lambið særda,
í vár stað hekst tú har,
vár straff og byrði var tað,
sum lá so tungt á tær!
Vit takka tær av hjarta,
ja, fyri alt, tú leið,
ta kvøl, hitt myrkrið svarta,
tey tungu spor, tú steig!
3. Ja, okkum lær tilbiðja
teg, tú, sum ert so nær,
og lat ta tøkk, vit siga,
áh, Harri, toknast tær!
Lat okkum altíð minnast
ta tyngd, sum á tær lá,
inntil hjá tær vit finnast
og takka betur tá!
*Bernard úr Clairvaux (Frakl.), 1090–1153.
{Lag 1: Hans Leo Hassler (Týskl.), 1564–1612}.
{Lag 2: Melchior Teschner (Týskl.), 1584–1635}.
(V. Danielsen týddi úr norskum).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir