• Sangsavnið
  • Høvundarnir
  • Um sang.fo
  • Arbeiðsgongd
  • Samband
  • Stuðlar

Sangsavnið

Leita
7582 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Á morgni árla ein rødd er hoyrd - 4

176%0174 Á morgni árla ein rødd er +R.S. 252. As–es.
SOMETIME.

174. Á morgni árla ein rødd er hoyrd,
eitt kall, so stilt og blítt:
Kom nú, mítt barn, kom í hirðans favn,
har tú lívsins vatn fært frítt!
Men eg hoyri svarið so tankaleyst,
so ókent við lívsins stríð:
Eg skal njóta verðina nakað enn,
eg skal koma onkuntíð!
Niðurlag: Áh, hoyr nú, vinur, og vel nú beint!
Gud skal einaferð svara:
Ov seint, ov seint!
Áh, hoyr nú, vinur, og vel nú beint!
Gud skal einaferð svara:
Ov seint, ov seint!
2. Og middagsstundin, hon nærkar seg,
og hin røddin hoyrist enn;
hon kallar teg til eitt betri lív:
Kom nú, sál, og Harran kenn!
Lat teg frelsa nú, tæn nú Harranum,
í hans fótspor treystur stíg,
kom og arbeið nú trúliga fyri hann! –
sama svarið: Onkuntíð!
3. Nú sólin komin er vesturum,
nú er luftin vorðin køld;
man Harrin bíða í náði enn,
nú ið nærkast myrka kvøld?
Jú, hann kallar enn, hoyr hans kæru rødd:
Kom, tú gamli, favn mín í!
Áh, men, syndarin herdur tey mongu ár,
svarar aftur: Onkuntíð!
4. Sál, ansa tær, meðan enn er tíð,
vel tær nú hin góða lut!
Tí hví vilt tú koma skelvandi
einaferð fram fyri Gud!
Hoyr nú Jesu rødd, legg við krossins fót
tína byrði, synd og stríð,
og lat Harran nú fáa eitt annað svar
enn hitt gamla: Onkuntíð!

*Lidie H. Edmunds, |dulnevni fyri Eliza E. Hewitt| (Amer.), 1851–1920.
{Lag: William J. Kirkpatrick (Írl./Amer.), 1838–1921}.
(V. Danielsen týddi).

            




Sang.fo



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi

Nýggjastu sangirnir

  • Skap í mær eitt reint hjarta
  • Á kvøldartíð ein vinur - 1
  • Eg veri heppin / I can be happy.
  • Uttan teg var tøgnin tóm - 2
  • Vit eru nú so hjartans glað, (halleluja) - 4
  • Við songarstokkin móður - 4
  • Ver eitt himmalljós í heimi - 4
  • Velli fram (í hjartanum) - 4
  • Undurfult navn títt er, Jesus - 4
  • Tú ert so glaður - 4
  • Tá møður í Salem til Jesus smábørn bóru - 4
  • Tann, ið ikki eigur Jesus - 4
  • Tann, ið hevur trúgv, tann, ið hevur trúgv - 4
  • Tað er so gott at hugsa um - 4
  • Mín Harri um oyðuna finnur veg - 4
Bókað

Test í Bókað (3)
2015 - Nýggja Sangbók Guds Fólks (4)
1990 - Sálmabók Føroya Kirkju (1)
1976 - Songbók Guds Fólks (1)
1952 - Songbók Guds Fólks (1)