Samband

SANG.FO er ein heimasíða hjá Óla Nicodemussen

Umframt SANG.FO eigi eg heimasíðurnar TRUBOT.FO og ON.FO

Samband við meg fæst á ON.FO

Eg taki fegin ímóti viðmerkingum og rættingum

Óli Nicodemussen


 

FaceBooksíða hjá SANG.FO til samskifti, kjak, spurningar o.a.

Samskifti / kjak / spurningar um tilfar ið er ella átti at verið á SANG.FO

Leggið sangir og týðingar út á FaceBooksíðuna ella spyrjið, um sangur er týddur til føroyskt

Reglur fyri FaceBooksíðuna

  1. Samskiftið skal vera á einum stovureinum støði 
  2. Skrivi- og talufrælsi er galdandi undir egnari ábyrgd fyri navngivnar persónar
  3. Huldumenn (anonym, pseudonym etc.) verða varpaðir út í myrkrið uttan ávarðing
  4. Navngivnir persónar, ið ikki halda ein sømiligan standard, verða blokeraðir
  5. Um eg ikki beinleiðis fái at vita frá tí, ið leggur einstaka sangin inn á facebooksíðuna, at hann ikki skal á heimasíðuna SANG.FO, so rokni eg tað, at ein sangur verður lagdur út á facebooksíðuna, sum eitt samtykki til, at eg kann leggja sangin á heimasíðuna - um eg annars haldi tað vera hóskandi
  6. NB: Fólk, ið leggja sangir út á facebooksíðuna, mugu rokna við - og tola - at sangurin verður viðgjørdur, harundir kritiseraður av øðrum lesarum, sum eisini kunnu loyva sær at skjóta upp broytingar í orðaljóðinum - hetta eru spælireglurnar, táið ein leggur nakað alment fram á torg

Óli Nicodemussen