Arbeiðsgongd

Tekst-arbeiði í gerð í hesi raðfylgju

  • EINASTA SYSTEMATISKA ARBEIÐI, IÐ EG FÁI GJØRT, INNTIL HEIMASÍÐAN VERÐUR HØVUÐSÚTBYGD - VÓNANDI Í ÁR:
    Leggja heildarsøvn av sangum (og einstakar sangir) inn, sum/um eg fái tilsent frá føroyskum høvundum ella eftirkomarum teirra lutvíst eftir áheitan frá mær
    Tað, sum ikki er komið mær í hendur, áðrenn eg fari víðari, verður tikið uppaftur seinni sum síðsta punkt
    - Tey heildarsøvn av sangtekstum, ið eg evt fái, áðrenn dupultgangarar verða ruddaðir (næsta punkt), verða skrásett við kotuni "- 0", so eg kenni tað aftur, táið eg útruddi dupultgangararnar, aftaná at heimasíðan er høvuðsútbygd (eg havi brúkt skrásetingina "- 1" ","- 2", "- 3", og "- 4" fyri at halda skil á innføringini - hetta verður alt ruddað saman við dupultgangarunum í næsta punkti)

HEIMASÍÐAN MÁ HØVUÐSÚTBYGGJAST, ÁÐRENN SYSTEMATISKA ARBEIÐIÐ KANN HALDA FRAM!


Tann høvuðsútbyggingin verður gjørt so skjótt, sum eg havi 100.000 kr tøkar í stuðli - útbyggingin kostar í mesta lagi 100.000 kr og er neyðug fyri at kunna arbeiða systematiskt við so stórum nøgdum av teksti, ið eru á síðuni nú umframt tað, sum kemur afturat, táið dupultgangararnir eru fyribeindir - her mangla enn flestu fosturlandssangirnir, barnasangir, lættari veitslusangir o.a. - m.a. skal leitiskipanin útbyggjast munandi og sorteringmøguleikar gerast o.s.fr. fyri at eg kann rudda ordiliga upp í dupultgangarum og eftirkanna, so ikki nýggir dupultgangarar koma afturat, táið teir verandi eru ruddaðir, eg skal kunna synkronisera fleiri útgávur av sama sangi til eina o.s.fr. - og útbyggingin er eisini neyðug, fyri at heimasíðan skal kunna brúkast av nógvum fólki samstundis og tola rúgvismikla ferðslu. 
- Eg komi ikki víðari við hesum arbeiðslistanum, fyrr enn eg havi neyðuga stuðilin til at útbyggja heimasíðuna!
Heimasíðan fer tó ongan veg, og tað tilfarið, ið er á heimasíðuni verður liggjandi, sum tað er!
Og eg fái gjørt okkurt smávegis kortini - men ikki stórt systematiskt arbeiði!
- Um systematiska arbeiðið eftir hesum arbeiðslistanum steðgar upp vegna vantandi stuðul - t.v.s. blívur hangandi óneyðuga leingi sum deyðvekt og tómgongd í verandi arbeiðspunkti, so verður tað tikið uppaftur seinni t.d. komandi ár - ella uppaftur seinni um nøkur ár - um tað verður áhugi fyri at stuðla arbeiðinum nøktandi tá.
- Um/tá heimasíðan verður høvuðsútbygd - í ár ella okkurt komandi ár - so leggi eg eitt yvirlit út her yvir, hvørjir nýggir funktionalitetir, ið tá verða møguligir 
- Í stuttum, so fer henda útbyggingin at klára alt tekstarbeiði fyri eftirtíðina - innlegging av túsundtals sangtekstum, fullfíggjað skráseting, kraftig leitiskipan, allar hugsandi skrásetingar og samskipan av tekstunum o.s.fr. - og so fái eg gjørt alt ætlað tekstarbeiði komandi árini, uttan mun til um XML verður endaliga útbygt komandi ár, ella ikki
- Og - hinvegin - um tað ikki er áhugi fyri at stuðla hesum arbeiðinum nøktandi, so er tað heldur einki problem - so staðfesti eg bara, at tað er ikki nøktandi áhugi fyri einum heildarsavni av føroyska sangskattinum - og tað er so eisini í lagi - so verður tað bara eitt ítriv hjá mær við teimum avmarkingum, ið tað hevur, og tað tími eg eisini væl - men eg haldi kortini, at vit áttu sum føroysk tjóð og føroyskt mál at havt eitt gjøgnumarbeitt og fullfíggjað savn av føroysku sangtekstunum og løgum teirra! Men tað vil tíðin so vísa, hvussu áhugin er fyri tí!
- Eg havi tó fingið nakrar 10.000 kr higartil í ár, og tað drýpur drúgt, so vit fáa at síggja, um eg komi upp á 100.000 kr í ár, ella tað tekur fleiri ár at koma higar... 
NB: Higartil er allur stuðul til SANG.FO farin til programmering og rakstur - eg havi ikki goldið mær sjálvum nakað út til løn enn. Tað ætli eg sjálvsagt at gera seinni, men eg raðfesti fyrst og fremst at fáa heimasíðuna liðugt programmeraða so skjótt og væl sum gjørligt, tí so havi eg ein optimalan platt at arbeiða við og á - bæði til ítriv og stuðlað arbeiði framyvir!


TÁIÐ SYSTEMATISKA ARBEIÐIÐ - VIÐ ARBEIÐSLISTANUM LEYPANDI - VERÐUR TIKIÐ UPPAFTUR, AFTANÁ AT HEIMASÍÐAN ER HØVUÐSÚTBYGD:


  1. Útrudda dupultgangarar og redigera tað, sum stendur eftir - harundir skráseta nakrar sangir við høvundum t.d. "Bert ein dag (Nolsøe)" og "Bert ein dag (Danielsen)"
    - Um ein sangur finnist í fleiri útgávum, so komi eg í einstøkum førum at taka meiri enn eina útgávu við, um sangurin er broyttur nógv við tíðini
    - Vanliga taki eg tó bara eina útgávu við, og verður tað í høvuðsheitum (tó ikki konsekvent) eftir hesi raðfylgju:
    1: Nýggja Sangbók Guds Fólks 2015,
    2: Sálmabók Føroya Kirkju 1990 (+ uppískoytið),
    3: Missiónssangbókin 1996
    - Sangir/sálmar, sum ikki eru í nevndu bókum, hava ikki nakra fallandi raðfylgju, men um eg havi fleiri útgávur at velja ímillum, so velji eg sjálvur eftir dygd
    - Einstakir sangir/sálmar í Nýggju Sangbók Guds Fólks ella Sálmabók Føroya Kirkju verða tó broyttir aftur til eldri útgávur, um eg meti nýggjaru broytingarnar at hava skaðað sangirnar/sálmarnar
    - Í nøkrum førum komi eg helst at synkronisera fleiri útgávur av einum sangi til eina útgávu, sum eg meti, er tann heildarútgávan, sum er mest rættvís móti sanginum sjálvum og høvundanum t.d. ein nýggjari málsliga snøggað útgáva av upprunaútgávuni (ið hevur fingið hevd), har ið eg harumframt taki burturløgd ørindi uppíaftur og stíljavni tey við restina
    - So hvørt, sum eg sletti dupultgangarar (fleiri útgávur av sama sangi), so samanskrivi eg samstundis upplýsingar t.d. nótabókatilvísingar frá slettaðu dupultgangarunum inn í tað útgávuna, sum verður standandi eftir
    - Í høvuðsheitum, so verður arbeiðið gjørt við at eg markeri allar yvirskriftirnar soleiðis
    a: teir, sum eg ivist í við ---
    b: teir, sum ætlandi skulu goymast við +++
    c: teir, sum skulu slettast - og skulu "tømast", um nakað er at heinta - við ///
    d: síðan teir, sum skulu goymast t.v.s. +++ og eru "fyltir" við tí, ið teir ikki hava sjálvir - við ***
    e: síðan verða evt. umlopnir --- og +++ avlopssangir gjøgnumgingnir - og annaðhvørt goymdir við *** ella ///
    f:  síðan sletti eg øll tøl og tekn úr yvirskriftunum hjá teimum sangunum, sum verða goymdir, t.v.s. *** so hvørt, sum eg fínpussi teir
    g: síðan vera allir /// sangir slettaðir
    - Viðmerking: Fyrimunurin við at gera soleiðis er (umframt, at eg síggi status á einstaka sanginum), at eg kann leita allar sangir við ásetta tekni fram til redigering (og sletting), uttan at fáa hinar fram eisini - tað setur mann prís uppá at kunna, táið mann hevur túsundtals sangir, og mann ikki vil heilsa uppá allar samstundis, men arbeiða miðvíst og skipað
  2. Leggja flestu sangirnar inn í savnið, sum eru í tøkum sang- og sálmabókum og smærri heftum við barnasangum, og annars tað, sum eg fái hendur á talgilt ella er í heimtan, þegar "man søger i gamle bøger" (tó bara føroyskar tekstir - kanska eg umseti okkurt eftir vegnum, um onkur annar ikki hevur gjørt tað áðrenn)
  3. Høvuðsdagføring av rithøvundayvirlitinum við øllum, sum er komið í savnið higartil
    - Táið tað er gjørt, so verður rithøvundayvirlitið framyvir dagført leypandi við tí, sum kemur afturat so hvørt
    - Helst verða smávegis dagføringar og rættingar eisini gjørdar leypandi áðrenn hesa høvuðsdagføring - men tað verður hvørki konsekvent ella systematiskt
  4. Síðan verður tað eitt leypandi og áhaldandi arbeiði, sum ongantíð verður liðugt, við at
    - skráseta sangir í fleiri útgávum - eini til hvørt lag t.d. "Byggir ikki Harrin húsið (Berghamar)" og "Byggir ikki Harrin húsið (Guttesen)"
    - leggja gamlar og nýggjar sangir inn í savnið,
    - leggja heildarsøvn hjá høvundum inn í savnið, 
    - redigera tilfarið, ið er í savninum, 
    - leinkja fleiri útgávur (t.d. týðingar) av sama sangi saman, 
    - leinkja sangir saman, ið hava sama lag,
    - tveita sangir úr savninum, sum skaffa mær problemir við kopirætti
    - o.s.fr.
  5. Helst fari eg alfabetiskt ígjøgnum savnið við regluligum millumbilum - eftir tørvi - og endurskoði alt
    Sjálvandi nærlesi eg ikki alt, men ein miðalhampa skjótlesing fangar grovar feilir og hjálpir til at standarisera stílin enn meiri konsekvent fyri hvørja ferð

NB: Allir núlivandi føroyskir høvundar, sum eg havi havt samband við, hava verið fyrikomandi og positivir og opnir fyri at fáa sítt tilfar við á SANG.FO - eg skal tó tosa nærri við onkran, áðrenn hann gevur endaligt svar.

Tekst-arbeiði liðugt gjørt

  • 01/06-2025: Skrásett gott og væl 2000 sangir í savninum (- 1 og - 2) við teimum nótabókatilvísingum, sum eg hevði tøkar - talan er um ca. 100 A4 síður, sum eg havi sett saman úr tøkum upplýsingum - kopierað og skrivað og fingið Arvid Hansen at sortera og spleysa við programmering - tær skuldu kopierast linju fyri linju inn í røttu sangirnar, sum máttu leitast fram leypandi
    NB: Eg eftirkanni ikki hesar nótabókatilvísingarnar, og eg komi ikki slaviskt at fylgja teimum, táið eg seinni skrivi nótar til sangirnar, men tær eru hentar kortini; bæði fyri at finna løgini, sum eg leiti eftir, og til at síggja hvørjir sangir, ið brúka sama lag - so eg ikki komi at skriva sama lagið fleiri ferðir sum nótar
    PS: Táið heimasíðan er høvuðsútbygd, so verða allar tøkar nótabókatilvísingar, upprunaheiti á sanginum, evt. musikalskt "navn" á lagnum o.s.fr. samlað í eitt tekstfelt undir sanginum, sum ein so kann velja at síggja ella ikki at síggja - kanska verður í avmarkaðan mun "stev" eisini skrásett - í høvuðsheitum til sálmaløg o.l. gudstænastusangir og fosturlandssangir í sama stíli
    NB: Einaferð gjørdi eg eina intervalskráseting har, ið mann kundi leita eftir eini melodi, um mann kendi eina strofu í lagnum (t.d. er byrjanin til tjóðsangin: g c h a g e e e e d c  og endin er e a g f e e d c) - eg umhugsi at støva tað systemið av aftur og útvikla tað liðugt og fáa programmørin at gera tað funktiónina - men avbjóðingin har verður mest, hvussu eg á ein yvirkomiligan hátt kann skriva hetta uttan ov nógv arbeiði av tí. Um tað verður gjørt, so verður tað neyvan konsekvent men helst avmarkað  í høvuðsheitum til sálmaløg o.l. gudstænastusangir og fosturlandssangir í sama stíli - og annars løg, ið eru meiri melodiskt, enn tey eru rytmiskt. Um hetta verður gjørt, so verður tað í forleingilsi av nótum og samskipað við teir, so hvørt sum teir verða skrivaðir   ... _ _ _ ...   vi skrive H#   ... _ _ _ ...   så får vi C
  • 07/05-2025: Eg havi lagt teir sangtekstirnar inn í savnið, sum eg hevði talgilt á telduni - men har eru helst væl yvir 2000 dupultgangarar - eg veit ikki neyva talið, men tað vil vísa seg, táið eg fari at rudda, so ein leystlig meting er, at minni enn 5000 sangir eru í savninum umframt dupultgangarar
    Eg komi sum høvuðsreglu eisini at strika "sangir/kór", ið bara eru niðurløg hjá sangum, sum annars eru í savninum, táið eg ruddi dupultgangararnar aftan á høvuðsútbyggingina - kanska vit enda niðri á stívliga 4000 (í høvuðsheitum) kristiligum sangum og sálmum, áðrenn eg fari miðvíst at leggja fosturlandssangir, veitslusangir og nýggjari barnasangir í savnið, sum so ger, at vit enda aftur omanfyri 5000 (í høvuðsheitum) útgivnar sangir - so eru tey stóru sveiggini í tekstum liðug og vit fáa leypandi einstakar sangir og okkurt heildarsavn hjá sanghøvundum afturat, meðan eg arbeiði miðvíst við løgunum til teir tekstir, ið eru í savninum
  • 04/02-2025: Høvundayvirlitið er lagt út sum sjálvstøðug yvirskrift

Musikk-arbeiði í gerð í hesi raðfylgju

  1. Einki enn...


    TAÐ VERÐUR IKKI GJØRT NAKAÐ SYSTEMATISKT MUSIKK-ARBEIÐI, FYRR ENN HEIMASÍÐAN ER LIÐUGT ÚTBYGD VIÐ m.a. XML OG TÍSKIL KANN VÍSA OG AVSPÆLA XML

    - Eg veit ikki enn neyvt, hvat tað kostar at gera heimasíðuna endaliga lidna, og tað veit programmørurin heldur ikki, fyrr enn  høvuðsútbyggingin til sangirnar er liðug - tá vita vit, hvussu nógv arbeiði er eftir, og hvat tíð, ið tað tekur at gera tað.

     
  2. Eg ætli, táið eg fari at arbeiða miðvíst við musikkinum at taka tað alfabetiskt frá byrjan - við høvuðsdenti á at gera standardharmoniseringina fyrst - og leypa teir sangirnar um í fyrstu atløgu, sum eg ikki kenni lagið til - teir samli eg upp leypandi, um eg finni út av lagnum
  3. Væntandi byrji eg við nótum - XML og PDF
  4. Síðan skrivi eg akkordirnar inn í sangtekstirnar (og redigeri tað, ið longu er har)
  5. Síðan skrivi eg interval og stev inn í viðmerkingarnar undir sangtekstunum
  6. Síðan innspæli eg MIDI-fílurnar - flestu verða innspældar, men einstakar verða tó konverteraðar frá nótum
  7. Síðan verður tað eitt leypandi og áhaldandi arbeiði, sum ongantíð verður liðugt, við at
    - leggja nýggj løg afturat og
    - leggja heildarsøvn hjá lagsmiðum inn í savnið,
    - fara afturum aftur og hampa um tað, sum er,
    - leggja nýggjar harmoniseringsvariantar afturat til tey løg, ið longu eru í savninum,
    - o.s.fr.
  8. Helst fari eg alfabetiskt ígjøgnum savnið við regluligum millumbilum - eftir tørvi - og endurskoði alt
    Sjálvandi nærlesi eg ikki alt, men ein miðalhampa skjótlesing fangar grovar feilir og hjálpir til at standarisera stílin enn meiri konsekvent fyri hvørja ferð

NB: Um eg fái tilsendar nótabøkur frá føroyskum komponistum ella eftirkomarum teirra (pappír ella talgilt og helst bæði) við loyvi at innarbeiða tær í savnið, so verða tær innarbeiddar sum melodi + besifringar

Musikk-arbeiði liðugt gjørt

Einki enn


Viðmerking um Tags - Bókað

Tags kann brúkast sum evnisyvirlit, men eg havi valt at brúka tað til at viðmerkja, hvørjari kendari sang- ella sálmabók, ið ein sangur er at finna í - t.d. Nýggja Sangbók Guds Fólks frá 2015 ella Sálmabók Føroya Kirkju frá 1990.

Eg leggi tó ikki nevndu sangbøkur (ella sangbøkur annars) út sum so "sum sangbøkur", men leggi einstøku sangirnar út, ið eru at finnu í nevndu bókum og øðrum eldri útgávum av somu bókum og øðrum bókum eisini t.d. Songbók Føroya Fólks (tó bara føroyskar tekstir).
Sangir broytast yvir tíð so hvørt, sum málið broytist - "tey svøku styrk", ljóðar ikki gott í dag t.d.
Vanliga brúki eg nýggjastu útgávuna av einum sangi, men í onkrum førum bakki eg aftur til eldri útgávur, um vandalistar hava beinleiðis gjørt skaða á góðan gamlan tekst í nýggjari útgávum.

Einki tags er tó skrásett enn, og tað bíðar inntil tað hóskar inn í arbeiðsgongdina við restini


Viðmerking um Tags - Skrivað

Tags kann eisini brúkast sum yvirlit yvir hvørjir sangir eru knýttir at hvørjum høvundi - Orð, Týtt ella Lag - og er ætlanin at við at trýsta á eitt navn t.d. Victor Danielsen, so fær ein eitt yvirlit yvir hvørjar sangir, hann hevur yrkt ella týtt og hvørji løg, ið hann hevur gjørt (hann hevur gjørt nøkur løg eisini)


Viðmerking um innsent tilfar

SANG.FO er fyrst og fremst ætlað sangum, ið longu eru útgivnir í sang- og sálmabókum og tískil eru farnir ígjøgnum eina skaldsliga og innihaldsliga meting,

Men innsent tilfar verður í stóran mun tikið við, um eg meti tað vera skaldsliga nøktandi og innihaldsliga borðbært - men tað skal vera mest sum klárt at kopiera í savnið, og tað skal ikki vera nógv arbeiði av tí - t.d. komi eg ikki vanliga at niðurskriva løg til nótar fyri fólk, um eg fái eina innspæling (tað er ov tíðarkrevjandi so leingi, ið eg ikki arbeiði burturav við hesi heimasíðuni) - men eg komi at rættlesa innsent tilfar, sum annars er gjøgnumført skrivað.

Eg leggi stóran dent á at hava stílin á tilfari hesarar heimasíðu so einsháttaðan (homogenan) sum gjørligt, so hóast eg havi hondina á øllum, áðrenn tað fer út, so skal eg kortini ikki stíljavna tað áðrenn - tað skal fylgja tí standardi, ið eg havi, áðrenn eg fái tilfarið.

  1. Sangirnir skulu vera teldutøkir, versini numereraði, niðurlagið innanfyri [ og ] ella sum skráskrift 
  2. Um akkordir eru inni í tekstinum, so skulu tær vera omanfyri tekstlinjuna
  3. Um sangurin brúkar eitt lag frá einari kendari nótabók, so kann tað viðmerkjast - eg eigi tær flestu vanligu nótabøkurnar
  4. Nótarnir skulu helst ikki vera fýraraddað ella klaversatsur, men best um teir bara eru melodi + tekst (evt + besifringar, men tær kann eg gera sjálvur, um tær mangla)
  5. Um nótarnir eru handskrivaðir, skulu teir vera týðiligir - og eisini, um teir eru skrivaðir í nótaforriti - best, at eg fái teir skrivaðar í einum vanligum nótaforriti og goymdar sum XML, so kann eg redigera teir, uttan at skula skriva teir umaftur
  6. Musikkinnspælingar skulu vera bara av melodiini (helst við akkordum) - ikki kórarrangement o.a., og
  7. Musikkfílan skal helst goymast sum MIDI (í øllum førum, um hon skal leggjast út á heimasíðuna - har vera bara MIDI, ikki MP3 o.a. í fyrstu atløgu - fyri at avmarka stødd og ferðslu) - men eg taki tó ímóti t.d. upptøkum við gittara og sangi, um onkur vil læra meg eitt lag - tær upptøkurnar koma tó ikki á heimasíðuna, og lagsmiðurin skal ikki rokna við, at eg niðurskrivi nótarnar - tað havi eg neyvan tíð til

Viðmerking um upphavsrætt

Eg taki tað fyri givið, at sangir og løg, sum eru í almennari umferð, eru tað við loyvi høvundans ella rættindahavarans!

Um eg fái at vita frá høvundi ella rættindahavara (sum kann prógva, at hann er rættindahavari) at ávísur sangur ella lag, ella sangir og løg hjá ávísum høvundi ikki skulu vera í savninum, so taki eg tey ikki við - ella striki tilfarið, um tað longu er komið í savnið!

NB: Eg leggi vanliga ikki nótar ella innspælingar hjá øðrum beinleiðis í savnið! Eg skrivi vanliga nótarnar og innspæli MIDI-fílurnar sjálvur, so eg skal ikki fyrihalda meg til útgávur av tilfarinum, men bara til upphavsrættindini hjá høvundanum sjálvum ella teimum, sum hava yvirtikið tey t.d. við at arva tey!

NB: Eg leggi heldur ikki sangbøkur út  "sum sangbøkur", men leggi einstøku sangirnar út, ið eru at finna í kendum sangbókum - eg fyrihaldi meg tískil ikki til upphavsrættindini hjá einstøkum sangbókum "sum sangbøkur", men eg fyrihaldi meg til einstøku sangirnar v.v. upphavsrættindum ella manglandi slíkum

GEVIÐ GÆTUR !

Eg - Óli Nicodemussen - rokni ikki SANG.FO sum eina beinleiðis útgávu av sangum ella tilhoyrandi melodium, men heldur sum eitt yvirlit yvir, hvat ið er útgivið av sangum á føroyskum t.v.s. hvat ið er í almennari umferð - fyrst og fremst!
Harnæst, hvat ið er skrivað á føroyskum av sangtekstum (og tilhoyrandi melodium) og hevur støði til at verða útgivið og sum tískil kann roknast sum (í hvussu er í dygd) at vera partur av føroyska sangskattinum

Eg havi avgjørt ongan áhuga í at hava nakað liggjandi í hesum sangsavninum, hvørs høvundur ikki vil hava tað við her, og vil eg strika slíkt tilfar so títt og knapt, sum eg fái boð frá rætta viðkomandi at gera tað - og síðani rokni eg tað ikki at vera partur av føroyska sangskattinum í almennari umfer longur - hetta savnið verður tað mest umfatandi sangsavnið á føroyskum, og hetta verður standardurin framyvir - og eg vil tískil biðja sanghøvundar (og høvundar til løgini) at hugsa seg væl um, áðrenn teir sýta sínum tilfari at vera við her - men, sum sagt, einki verður varandi partur av hesum heildarsavninum av føroyska sang- og sálmaskattinum við tilhoyrandi løgum, hvørs høvundur sýtir tí atgongd!  

V.v. noktaðum tilfari

  • Um mær verður noktað at leggja upprunaføroyskt tilfar út, so respekteri eg sjálvandi tað (og sletti tað, sum evt. er lagt út í góðari trúgv)
  • Um mær verður noktað av útlendskum rættindahavara at leggja føroyskar týðingar út, so blombi eg tekstin í fyrstu atløgu, og so royni eg at fáa avklárað, um talan strangt tikið er um týðing av einum teksti, sum teir eiga (og eg fyribils havi fjernað atgongd til), ella um talan er um føroyskan tekst við útlendskum íblástri, sum teir ikki hava heimild at nokta mær at leggja út - slíkir sangir enda evt. aftur í savninum sum føroyskir tekstir við útlendskum íblástri, um niðurstøðan verður, at talan er um "føroyskan" tekst.
  • Um mær verður noktað av føroyskum rættindahavara at leggja føroyskar týðingar út, so geri eg sjálvur nýggjar týðingar av somu sangum (og fái evt. onkran annan at hjálpa mær við at týða nevndu sangir umaftur)
  • Um mær verður noktað at leggja løg út - har, ið eg annars kann leggja sangtekstin út - so geri eg sjálvur nýggj løg ístaðin (og fái evt. onkran annan at hjálpa mær við at gera nýggj løg til hesar sangir)

NOKTAÐ TILFAR !

Um mær verður noktað at leggja tilfar út her, ella eg noyðist at strika okkurt tilfar, sum er komið í savnið í góðari trúgv, so kemur eitt yvirlit her yvir, hvat ið er mær noktað og hvør, ið hevur noktað mær tað - um tað annars er tilfar, ið náttúrliga átti at verið við her, og fólk av røttum kunnu undrast yvir, hví ið tað ikki er við í einum heildarsavni yvir føroyska sang- og sálmaskattin

Noktaðir tekstir - heitið ella byrjan av sanginum og høvundur:

  • tíbetur einki enn (noktað av ongum)

Noktaði løg t.v.s. melodiir - heitið ella byrjan av sanginum, hvørs lag ið talan er um og høvundur:

  • tíbetur einki enn (noktað av ongum)

Noktað yvirskipað - alt tilfarið hjá hesum høvundum:

  • tíbetur einki enn (noktað av ongum, hvørki høvundanum, arvingum ella musikkforlagi)

Óli Nicodemussen