Sangsavnið

7580 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Ei her, ei her, sum keldan klára svinnur - 4

1328%0627 Ei her, ei her, sum keldan +Hjt. 98. H.S. 135. E.H. 321. I.M.S. 281. As–es.

627. Ei her, ei her, sum keldan klára svinnur,
í sandin søkkur, burtur frá mær fer,
í oyðimørk, her fótur mín ei finnur
sær leið! Eg troyst skal fá, men ikki her.
2. Eg veit eitt land, har gleðin meg skal fylla,
hin frøi, sum á fold mær ókend var,
har himmalsk hvíld skal troytta hjartað stilla,
har havn skal ná mítt veðurbarda far.
3. Tá er á øllum sárum longsli endi,
tá ynski hjartans uppfylt eg skal fá;
hin kærleiki, sum her bert vónbrot kendi,
við skyldum andum fegnast ævigt tá.
4. Í Himli sálarinnar veika tráan
skal kenna fylling æviga, og eg
skal aldri síggja nátt og mjørka gráan
við sorg og iva falla á mín veg.
5. Og mót tí heimi møddi fótur stevnir,
ja, hagar stýrir troytta barn títt nú,
har tú, mín Gud og Frelsari, meg fevnir,
har sál og hjarta mettar ævigt tú!

*Ókent sálmaskald.
{Lag: Ira D. Sankey (Amer.), 1840–1908}.
(V. Danielsen týddi úr enskum).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi